2. lið kvinnur: ÍF Føroyar – Skovlunde IF (6-9) 23-21
Í gjár spældi 2. lið hjá kvinnunum sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum, tá tær tóku ímóti Skovlunde IF í Sunbyhallerne.
Skovlunde IF løgdu betri út, og førdu alla fyrru hálvu. Okkara spæl var merkt av, at vit líka skuldu koma í gongd aftur eftir langan steðg. Eftir hálvleikstøðuna 6-9 settu vit okkum fyri, at nú skuldi vend koma í. Nú byrjaði spælið at koyra betur, og serliga í verjuni stóðu vit væl. Um miðjan seinna hálvleik stóð á jøvnum, men so mistu vit aftur takið. Vit góvust tó ikki at kempa, og megnaðu at ota okkum inná tær aftur, sum dysturin nærkaðist endanum, og tá av tornaði høvdu vit vunnið dystin við tveimum málum, 23-21.
Carol og Svava skoraðu 5 mál hvør.
2. kvinnuliði skal aftur í eldin komandi sunnudag ímóti grannunum Amager SK.