Kvinnur: FIF4 – ÍF Føroyar1 (16-17) 26-30
So var aftur dystur á skránni hjá besta kvinnuliðnum hjá ÍF-Føroyum. Hesu ferð varð spælt á útivølli á Frederiksberg ímóti FIF 4. Sum uppflytarar eru altíð nógvir nervar frammanundan dystunum, men aftur í dag megnaðu kvinnurnar at vinna sær tvey stig við heim til Amager 🙂
Hóast spælið aloftast gekk avbera væl, og nógv gott kann takast við frá dystinum, so sást tað eisini, at heystferia hevur verið seinastu vikuna, og at liðið ikki hevur vant saman seinastu venjingarnar. Dysturin var til tíðir eyðkendur av samskiftisfeilum í verjuspælinum og ov sløsutum álopsspæli. Hetta, óivað tí orkan í verjuni varð nýtt skeivt, og okkara leikarar komu at renna ov nógv aftaná mótstøðuleikarunum, ístaðin fyri at steðga teimum beinanvegin við hørðum og kontantum taklingum. Tað var tó gott, at hópurin var breiður og fleksibul, so at munur ikki sást á sjálvum spælinum, um skift varð út.
Eftir at hava tosað í hálvleikinum gekk betur. Verjuleikararnir fóru at samskifta meira og fluttu seg betur saman. Av tí sama koyrdi álopsspælið betri, og bak-ketan megnaði sera væl at trekkja verjuleikararnar til sín, so okkara ytru leikarar fingu gott pláss. Harvið megnaði mótstøðuliðið ikki at skora meiri enn 10 mál í seinna hálvleiki, í mun til 16, sum tær skoraðu í fyrra hálvleiki.
Sjálv málúrtøkan var rættiliga jøvn í fyrra hálvleiki, og liðini fylgdust mestsum allan hálvleikin. Í seinna hálvleiki byrjaðu okkara kvinnur so smátt at økja um leiðsluna. Nøkur býtt mál og nakrir býttir feilir gjørdu tó, at mótstøðuliðið minkaði um munin, so endaliga støðan gjørdist 26-30 til okkara kvinnur. Harvið hevur 1. kvinnuliðið hjá ÍF-Føroyum fingið fult stigatal fyri allar dystir sínar, og liggur nú á einum deildum fyrsta plássi. Næsti dystur verður á heimavølli sunnudagin tann 26/10 klokkan 12.00 ímóti Frederiksberg HK.
Á liðnum í dag vóru (mál): Anja Eliasen (7), Ása D. av Neystabø (6), Birita Mortansdóttir (5), Eydna D. Apol (4), Jenný Kragesteen (3), Sissal W. Høgnadóttir (2), Edith D. Olsen (2), Stina av Kák Kollsker (1), Anna E. Berg, Elin Stakksund og Maria S. Samuelsen.
Dagsins leikari gjørdist Anja Eliasen. Leggjast kann afturat, at Anja Eliasen, sum skeyt 4 brotskøst í dystinum í dag, enn einki hevur brent og tískil hevur skorað uppá øll brotskøstini í hesum kappingarárinum.
Keel Solution stuðlar kvinnunum.