Góð byrjan hjá 1. kvinnuliðnum í nýggju deildini

Leygarmorgunin 27. september spældi 1. kvinnulið hjá ÍF Føroyum sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum. Mótstøðuliðið var Team Nørrebro, sum tók ímóti føroysku kvinnunum í Nørrebrohallen. Nógvar broytingar vóru á besta ÍF Føroyar kvinnuliðnum í mun til í fjør. Kvinnurnar eru í ár í hægri deild, av tí at tær gjørdust nummar eitt seinasta kappingarár og fluttu upp í seriu 1. Nýggi venjarin hjá kvinnunum, Flemming Isaksen, hevur bert verið í starvinum í tvær vikur, og nýggir leikarar eru lagdir afturat liðnum, so taktikkurin og innanhýsis avtalurnar vóru ikki heilt upp á pláss enn.

Kvinnurnar vóru tískil sera spentar undan dystinum. Tá dysturin varð bríkslaður í gongd, bar føroyska álopsspælið brá av fjáltri: ivasamar avleveringar og ov skjót álop, sum endaðu við hálvhjartaðum skotum. Verjuspælið hjá ÍF Føroyum var tó gott frá fyrsta bríksli, og í málinum stóð Maria S. sum ein brandur. Góða verjan og gott málmansspæl vóru tí høvuðsorsøkirnar til, at liðini bæði fylgdust allan fyrra hálvleik. Hálvleiksstøðan gjørdist 8-8.

Í seinna hálvleiki gekk álopsspælið hjá ÍF Føroyum munandi betur. Kvinnurnar góvu sær betri tíð, og skotini sótu betur. Kvinnurnar skiftu taktikk í verjuni og fóru at verja 5-1. Hetta órógvaði spælið hjá Team Nørrebro, og tær dugdu illa at umskipa spælið. Føroysku kvinnurnar løgdu seg tískil á odda við fýra málum miðskeiðis í seinna hálvleiki. Við stríðsvilja og toli megnaðu føroysku kvinnurnar at halda leiðsluna, og endaliga úrslitið varð 22-20 til ÍF Føroyar.

Samanumtikið vóru ÍF Føroyar og venjarin væl nøgd við fyrsta dystin. Liðið er enn nýtt, og pláss er sjálvsagt fyri nógvum betringum. Liðið kann tó taka stríðsvilja, gott verjuspæl og framúr málsmansspæl við frá dystinum. Næsti dystur hjá kvinnunum er 8. oktober á heimavølli móti CIK 3.

Á liðnum vóru (mál): Anja (4), Birita J. (1), Birita M. (5), Carol, Edith (2), Elisa (1), Eydna (2), Gunnvá (1), Helena, Maria D. (2), Maria S. og Stina (4).

Dagsins leikari gjørdist málverjin, Maria Samuelsen.

Keel Solution stuðlar kvinnunum.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *