Fyrsti dystur í Kvalifikationsrækken hjá monnunum í ár

Leygardagin 27 september leikti 1. mansliðið hjá ÍF Føroyum sín fyrsta dyst í Kvalifikationsrækken í ár. Dysturin var á útivølli ímóti Team Nørrebro, sum seinasta kappingarár endaði nr 10 av 12 liðum.

Áðrenn dystin vóru menn bjóðaðir til morgun mat hjá Roari Dalsgarð. Roar var ikki við til fyrsta dystin, sum var spældur seinasta mikukvøld, so menn vóru ikki í iva um, at morgunmaturin var ein háttur at tryggja sær at pláss á liðnum hesaferð. Sigast kann at morgunmaturin var sera góður. Roar hevði skrambla egg, hita minifrikadellur og cocktailpylsur, sum saman við breyði og alskyns viðskera gjørdi at uppmøttu menninir fingu eina góða byrjan uppá leikdagin. Leikandi venjarin, sum summir av ókendum áðum eru farnir at rópa Tróndur ”Kattekilling” Kragesteen, helt at hann hevði kanska etið eitt sindur ov nógvar pylsur.

Tá ið menn møttust í Nørrebrohallen merktist at menn vóru spentir uppá dystin og fyrireikingarnar undan dystinum gingu væl. Føroyingarnir byrjaðu dystin róliga og tað sást, at kappingarárið júst er byrjað. Mótstøðumenninir harafturímóti vóru sera grammir beinavegin og løgdu út við at skora nøkur dreymamál, sum bæði vóru langt útifrá og sótu sera væl. Tað tók tó ikki leingi fyrrenn føroyska verjan, sum í ”fýrablokkinum” hevði eina miðalhædd uppá uml. 195 cm, byrjaði at bíta frá sær, meðan Lars í málinum tók tað mesta av tí sum slapp ígjøgnum. Hetta gjørdi at ÍF Føroyar fingu nøkur løtt mál uppá skjót álop. Hálvleikstøðan var 11-9.

 

Í hálvleikinum var avtalað, at fáa meir férð á álopspælið og halda á við somu góðu verju. Álopsspælið hjá ÍF Føroyum bleiv tó ongantíð so gott sum ætlað, men sterka verjan við góðum blokadum og einum vælleikandi Lars Black í málinum syrgdu fyri at leiðslan var hildin allatíð og ÍF Føroyar vann dystin 22-19. Lars Black hevði heili 24 bjargingar og tá ið tað einans fóru 19 mál ígjøgnum gevur tað honum eitt bjargingarprosent uppá yvir 55 %. Lars gjørdist eisini dagsins leikari, meðan besti málskjútti var Rókur Akralíð við 4 málum.

Næsti dystur er á heimavølli móti Tune IF 4. oktober.

Atkvøður til dagsins leikara:

Rói: 2

Rókur: 1

Roar: 1

Lars: 9

 

Málskjúttar:

 

Rani: 2

Rósing: 2

Tummas Pauli: 2

Tróndur: 3

Hjalti: 2

Jóannes: 3

Rókur: 4

Jákup: 1

Eik stuðlar besta mansliði!

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *