Venjingin byrjar 2. September

 

Nú summarferian er við at vera av, stundar til nýtt hondbóltsár hjá kvinnum og monnum í ÍF Føroyum. Fyrsta venjing verður týsdagin 2. september og so hava vit fýra vikur at venja í, áðrenn teir fyrstu dystirnir verða í endanum á september.

Venjingartíðirnar er tær somu sum í fjør, t.e. týsdag kl 17-20 og fríggjakvøld 19-22 í Sundbyhøllini. Vit hava avgjørt, at fyrra hálvár venja kvinnurnar áðrenn og menninir aftaná, og so verður býtt um eftir jól.

 

Venjingartíðirnar fyri jól vera hesar:

 

Kvinnur: týsdag kl 17.00-18.30 og fríggjakvøld kl 19.00-20.30

 

Menn:    týsdag kl 18.30-20.00 og fríggjakvøld kl 20.30-22.00

 

Tróndur Kragesteen verður venjari hjá monnunum, meðan tað enn ikki er avgjørt hvør verður venjari hjá kvinnunum.

 

Nevndin vil bjóða øllum, bæði kendum og ókendum at vera vælkomin til venjing.

Við vón um eitt gott hondbóltsár 🙂