Eydna Didriksen Apol

Heimasíðan hevur havt páskavitjan av Eydnu Didriksen Apol, sum er annar av tvíburðunum Eydna og Ása. Eydna er 25 ára gomul og flutti til Keypmannahavnar í 2010 og við í bagaguni hevði hon eisini hondbóltsskógvarnar, sum fyrr vóru slitnir í tí grønu høllini á Hálsi við Kyndli og skuldu teir vísa seg at koma væl við hjá ÍF Føroyum.

Til dagligt lesur Eydna á yvirbygnaðinum í fólkaheilsufrøði (folkesundhedsvidenskab) á KU. Hetta semestrið tekur hon tó eitt granskingarhálvár, har hon arbeiður fulla tíð á Gentofte Hospital.

Til teir bláu ÍF Føroyar mennirnar má heimasíðan skuffa, tí at Eydna longu er í parlagi. Sigast skal eisini at Eydna svarðaði spurningunum áðrenn endaballið 5. apríl.

Pláss á vøllinum:
Vinstri vongur.

Lýs teg sum hondbóltsspælara við 3 orðum:
Tann skjóti vongurin, sum líkist einum øðrum leikara á liðnum, men sum hevur brúnari bein 😉

Hvør er besti leikari tú hevur leikt við?
Tað er torført bert at nevna ein leikara, tí nógvar eru góðar á teirra egna plássi.  ÍF Føroyarsa egna Ása Dam á Neystbø man tó vera eitt gott  boð. Hon er ein góð miðja, samstundis sum hon er ein fleksibel “all-roundari”.

Besta ÍF Føroyar ball?
Tað hava verið nógv góð ball. Eg minnist tó serliga eitt fyri nøkrum árum síðan, tá onkur hevði verið ein túr á Christiania áðrenn ballið – tá var lagið avbera gott.
Nú gleði eg meg til endaballið 5. apríl. Út frá fyrireikingunum at døma kann tað ikki annað enn verða gott!

Hvar ert tú stødd um 3 ár?
Um 3 ár eri eg enn í Keypmannahavn, vónandi í gongd við eina ph.d. ritgerð.

Hvat er tað besta skoritriksi?
Um ”How’ you doin’” ikki riggar, man mítt besta boð man vera eitt fitt smíl og ein fólkaligur atburður.

Hvat er ein góður kossur? Ein kossur við honum, sum man elskar! 🙂

Hvør er stuttligasti leikarin á tínum liði? 
Tað man vera Johanna Wolles Andreasen. Hon dugir at lyfta hýrin við nøkrum stuttligum søgum og viðmerkingum.

Hvør á tínum liði brúkar mest tíð frammanfyri speglinum? 
Eg haldi ikki vit eru so forfengiligar á liðnum. Tað er í hvussu er eingin kø framman fyri speglinum. Vit velja nokk heldur brúka tíðina í skiftirúminum til at drekka eina kalda og venda heimsstøðuni.

Hvør hevur best reyv á tínum liði? Tað man vera Ása Apol. hehe…

Hevur tú eina stuttliga søgu frá tínari tíð í ÍF Føroyum?
Eg havi onga ávísa støðu at vísa á, men tað hevur meir enn so hent seg, at mótstøðuliðið heldur, at vit koma allan vegin frá Føroyum hvørt vikuskiftið bert fyri at spæla ein dyst. Tá er altíð stuttligt aftaná dystin at ”go with the flow” og siga: ”Skynd jer, piger, vi skal nå flyveren!”

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum og hvat kundi verið betri?
Tað besta við ÍF Føroyum er uttan iva samanhaldið. Vit tíma jú ikki mingla ov nógv við hasar danskararnar! Tí er tað deiligt at kunna súkkla beinleiðis frá Oyrasundskollegienum til venjing. Tú leggur næstan ikki merki til, at tú ikki ert í Føroyum.
Eins og onnur haldi eg, at tað hevði verið ein fyrimunur at skift venjingartíðina fríggjakvøld út við eina tíð t.d. hóskvøld. Hetta hevði bøtt mikið um uppmøtingina. Annars haldi eg, at leiðslan ger eitt megnar arbeiði fyri felagið.

Eykaspurningur: Hvat er tín yndis sangur og filmur?
Í løtuni man mín yndis sangur vera antin ”Magic” hjá Coldplay ella “Hey now” hjá London Grammar. Tað eru so øgiliga nógvir góðir filmar. Men um “Game of Thrones” var ein filmur, var hann so avgjørt á einum tryggum fyrsta plássi!

Spurningurin frá seinasta leikara á bonkinum, Pól: Hvat heldur tú um, at børn hjá leikarum koma við á liðmyndir í ny og næ??
Tað er OK, so leingi tey siga “appilsin”!

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara um? Hvør vinnur Paradise Hotel í ár?

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *