Kvinnur: Brøndby Strand IK – ÍF Føroyar1: (3-23) 10-42
Sunnudagin tann 30/3 fór 1. kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum (lutfalsliga) longu leiðina út í Brøndby Strand at spæla ársins seinasta útidyst.
Kvinnurnar hjá Brøndby Stand høvdu undan dystin bert 2 stig, men hóast hetta vóru kvinnur glaðar og uppsettar. Síðan deildin er umskipað, hava øll liðini víst hampiliga høgt støði, og tískil hevur verið neyðugt at tikið hvønn dyst í fullum álvara.
Skjótálop, skjótálop og aftur skjótálop!
Føroysku kvinnurnar fingu beinavegin eina hóming av, at mótstøðuliðið í Brøndby ikki var sum hini. Tær hitaðu lítið og einki upp, og tá dysturin varð bríkslaður í gongd, vóru einans 7 kvinnur tøkar til dystin. Dysturin endaði 42-10, og hetta úrslit sigur nógv um sjálva dystargongdina. Lítlu, seinu og veiku kvinnurnar úr Brøndby skuldu virkuliga spíla seg út fyri hvørt málið. Tær spældu sera seint og gjørdu nógvar villur. Tá 30 min. vóru leiktir, høvdu tær bert megnað at skotið bóltin í málið tríggjar ferðir. Hálvleikstøðan var 23-3!! Hóast elendigt mótstøðulið megnaðu føroysku kvinnurnar at halda geistinum, og tað varð runnið eitt skjótálop fyri og annað eftir. Allar kvinnurnar – eisini Maria S – komu á málskjúttara-listan.
Málskjúttar: Birita M. 8, Ása N. 7, Anja 5, Kristina T. 5, Maria D. 5, Tordis 5, Eydna 3, Elin 2, Gunnvá 2, Maria S. 1.
Dagin eftir dystin frættist, at Brøndby Stand hava meldað liðið úr kappingini. Hetta merkir, at øll mál og stig, sum vunnin eru ímóti liðnum, fella burtur! Alt til onga nyttu….
Leygardagin 5. apríl tekur 1. kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum ímóti IF Stadion. Hetta er ársins seinasti dystur, og júst hesin dysturin vísir seg at hava alstóran týdning fyri, um føroyska liðið flytir eina deild upp. AB, sum kappast við ÍF Føroyar um uppflyting, hava spælt sín seinasta dyst, og tær liggja nú á einum fyrsta plássi við 14 stigum fyri 8 dystir. Um føroysku kvinnurnar vinna leygardagin 5. apríl koma tær eisini upp á 14 stig, men orsakað av betri innanhýsis dystarúrsliti kunnu tær enda kappingarárið sum 1-arir 🙂 Kom so ÍF Føroyar!!
Keel Solution stuðlar kvinnunum.