Tryggur útisigur ímóti Brøndby HK

Nógv avboð sunnudagin førdi til at besta mansliðið var heldur illa mannað til útidystin ímóti Brøndby HK. 9 leikarar høvdu meldað seg klárar og haraftat hevði ein gamal kenningur úr føroyska hondbóltsheiminum, Hanus Joensen, tikið sær ta ”longu” leið út í Brøndby, fyri at síggja sonin og restina føroysku uppflytingarkandidatarnar spæla.

ÍF Føroyar byrjaði dystin væl, og komu beinavegin fram um við 3-4 málum. Brøndby HK byrjaði við einari offensivari verju, sum teir ikki heilt høvdu stýr á. Í hinum endanum stóð minni væl til hjá føroyingunum og sjálvt um mótstøðuliðið ikki fekk meir enn 10 mál í fyrra hálvleiki og 15 í seinna, kann sigast at verjan bert í heilt smáum tíðarbilum fungeraði nøkunlunda. Tað sást týðiligt at fokusið hjá monnum meiri lá í hinum endanum á vøllinum.

Í síðsta sekundi av fyrra hálvleiki, fekk Brøndby straffi. Ein av teirra leikarunum valdi at planta bóltin beint í anlitið á Lars, og hetta útloysti eitt beinleiðis reytt kort til Brøndby spælaran. Hálvleiksstøðan var 10-17 til ÍF Føroyar.

Sum seinni hálvleikur leið, broyttist dysturin alt meira til ein innanhýsis dyst um toppskjútta heiðurin. Tískil var tað lítla fokusið, sum hevði verið í verju-partinum í fyrra hálvleiki, nu slett ikki til staðar. Tá ið knapt 55 minuttir vóru farnir, var aftur dramatikkur í luftini. Spælandi venjarin hjá ÍF Føroyum hendan dagin, Tummas Pauli, sum hevði verið í reyða feltinum so at siga allan dystin, valdi á ein heldur ófantaligan máta at niðurleggja ein av mótstøðumonnunum. Hetta útloysti triðu 2 min. útvísningina til tann vandamikla playmakaran, og hartil hansara fyrsta reyða kort á hondbólts yrkisleiðini. Alt hetta meðan Babba Joensen sá. Av tí tað var tað fyrsta reyða kortið, skal hann sjálvandi minnast á, at tílíkar gerðir kosta eina rammu av ”sodavatn”.

Dysturin ímóti Brøndby endaði 25-39 til ÍF Føroyar. Mótstøðan hendan dagin, var í minna lagi, og tað kann sigast at vera heppi, grundað á at ÍF Føroyar liðið, av eini ella aðrari mystiskari orsøk, manglaði seks av stamleikarunum pluss venjara til hendan dyst.

Endaspurturin

Tvey umfør eru eftir av kappingini og ÍF Føroyar liggur beint nú á einum 2.plássi í deildini. Rødovre og Team HK Køge eru beint í hølunum á okkum, og øll hesi trý liðini hava møguleika fyri at enda á 2.plássinum, sum gevur rættin til at spæla um upprykking í 3. división. Rødovre hevur 3 dystir eftir at spæla, og um teir vinna sínar tríggjar dystir, so enda teir frammanfyri okkum. ÍF Føroyar skal tískil vinna báðar sínar dystir og Rødovre skal missa eitt stig um vit skulu enda á 2.plássi. Tað skal viðmerkjast at teir báðir síðstu dystirnir hjá okkum eru sera torførir. Fremad Valby hevur til tíðir fingið nøkur sera góð úrslit í ár, meðan FIF bert hevur mist eitt stig alt kappingarárið, og tað eru hesi bæði liðini vit hava eftir. Hóast vit ikki sjálvir kunnu avgera um vit enda á 2.plássi, so fara vit at gera alt vit kunnu fyri at náa hesum máli. Koyr á ÍF Føroyar!

 

Upplegg til mál:

Tummas Pauli 9, Brian 5, Lars 5, Jóannes 5, Roar 3, Rani 3, Kristoffur 3, Jens 2, Rói 1

Málskjúttar:

Roar 10, Jóannes 5, Rani 5, Jens 5, Rói 4, Tummas Pauli 4, Kristoffur 3, Brian 1 – (2 mál manglað skjútta)

Dagsinsmaður:

Lars 5, Tummas Pauli 2, Jens 1, Roar 1, Kristoffur 1

 

Eik stuðlar 1.mansliði

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *