Amager SK – ÍF Føroyar (20-31)
Sunnudagin spældu ÍF Føroyar móti grannunum úr Amagar SK á útivølli í Sundbyøsterhallen á Amager. Dystirnir millum Amager SK og ÍF Føroyar plaga at vera tættir og góðir. Hesin var góður, men ikki so tættur sum vanligt. Hesaferð legði ÍF Føroyar hart út og kom framum beinavegin við 4 málum og økti spakuliga leiðsluna til 10-17 I hálvleikinum. Tað sást, at menn vóru tendraðir og klárir, Roar kom inn eftir 15 min, og tað var lætt hjá honum at skjóta mál tá væl leikandi Hjalti á miðuni og eisini Janus løgdu góð upplegg til bakkarnar at skjóta mál. Veingirnir Rani, Jens og Rósing vóru altíð klárir til at renna skjótálop og teir vóru allir sera tryggir at skora. Skjótálopini komu av einar sera góðari verju, har Rói var verjugeneralur, saman við málmonnunum Lars black og Póli. Pól stóð ein branddyst og hann og Roar vóru valdir til dagsins leikarar. Úrslitið endaði við 20-31 og leiðslan var ongantíð í vanda at vera tikin aftur. Hetta var eitt liðavrik, har allir menn spældu væl og hjálptu hvørjum øðrum.
Málskjúttarnir vóru: Roar 7, Jóannes 5, Jens 4, Rósing 3, Tummas P 3, Rúni 2, Hjalti 2, Janus 2, Rani 1, Rói 1
Assist: Roar 3, Jóannes 3, Jens 0, Rósing 2, Tummas P 1, Rúni 2, Hjalti 8, Janus 7, Rani 1, Rói 1
2 min: Rúni 1, Hjalti 1
Dagsins leikari bleiv Pól & Roar við 4 atkvøðum í part
Eik stuðlar 1.liðnum