Sól og spurtur í Sundby

Kvinnur: ÍF Føroyar2 – Gentofte-Vangede HK2 (13-9) 29-19.

Sól og spurtur í Sundby.

Veðrið var av tí allar fagrasta, tá ið 2. liðið hjá kvinnunum, heldur fámentar, møttu upp til dyst leygardagin. Átta væl upplagdar, ungar kvinnur møttust í nýggjum, fínum venjingarbúnum fyri at verja okkara heimavøll í Sundbyhøllini. Tað vóru nakrir smávegis trupulleikar við dupultbóking í høllini, men einki fekk okkara kvinnur at kasta frá sær.

Leikt varð ímóti Gentofte-Vangede HK. Kvinnurnar frá Gentofte løgdu seg á odda við trimum málum við góðum spæli inn á strikuna, men so skjótt okkara verja varð vorðin heit og tendrað gekk okkara veg. Vit megnaðu at fáa bóltin skjótt framm í álop og í mál, og hálvleiksstøðan var 13-9 til okkara.

Tað sást tá, at orkan hjá mótstøðuliðnum var um at ganga undan, og avtalað varð at halda á við at seta bóltin skjótt framm móti málinum. Hetta gekk sum ætlað í øðrum hálvleiki. Tað var eitt og tvey, so bólturin var frammi hjá eini av okkara, sum setti hann í málið – nær um hvørja ferð. Soleiðis var gongdin restina av dystinum.

Gjøgnum dystin sóu vit nøkur góð og væl samskipað álop, men tó vóru tað mest skjótálopini, sum settu sín dám á dystin. Eftir at hava tuskað í 60 minuttir endaði dysturin 29-19 til ÍF Føroyar. Koyrið á, kvinnur!

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *