Kvinnur: ÍF Føroyar 2 – Amager SK 3 (12-9) 20-19
So var dystur aftur á skránni fyri annað liðið hjá ÍF Føroyum. Leikt var fríggjakvøldið 7/02 ímóti Amager SK 3 í Sundbyhøllini. Dysturin byrjaði gott, við góðari verju løgdu vit okkum skjótt framum við 3-4 málum. Hóast okkara kvinnur høvdu eitt sindur trupult við at fáa bóltin í netið, høvdu vit yvirtakið við fínari verju og fingu nøkur góð skjótt álop og fínt álopsspæl í fyrrahálvleiki. Amager Sk kvinnurnar høvdu ilt vid at fylgja við og høvdu ringt við at fáa mál, hóast tær kempaðu vid longum og stríggjum álopum.
Í steðginum varð prátað um at halda fram við góðu gongdini, men samstundis at hyggja at málmanninum tá skotið varð og royna at hava eitt sindur longri álop. Hálvleiksstøðan var 12-9 til ÍF Føroyar.
Málmunurin varð hildin fyrsta partin í seinna hálvleiki hóast okkara kvinnur høvdu trupulleikar við at fáa flow í spælið, serliga í teir seinastu 10 minuttunum vóru framd mistøk serliga í álopspælinum. Tíðbetur var gott málmannsspæl við til at halda leiðsluna. ÌF Føroyar vann 20-19.
Næsti dystur hjá 2. kvinnuliði verður í Valby tann 22. februar ímóti KFUM.