HK Køge – ÍF Føroyar (25 -25)

 

Dysturin endaði við javnleiki, tíverri. Men hóast úrslitið, vóru góðir leistir at síggja. Rósing skjeyt 11 kassar og Lars stóð ein framúr góðan seinna hálvleik.

 

Teir báðir vórðu eisini kosnir dagsins leikarar við 6 atkvøðum hvør.

 

Vit byrjaðu dystin heldur illa, og vóru aftanfyri við einum, tveimum málum allan fyrra hálvleik. Annar hálvleikur gekk beinanvegin betur, vit komu skjótt upp á javnt og endaðu omaná sum dysturin fráleið. Tá fimm minuttir vóru eftir at leika vóru vit frammanfyri við trimum málum. Tískil róptu vit ikki beinleiðis hurrá, tá dómarin floytaði dystin av, og máltalvan stóð á jøvnum, 25 – 25.

 

Nú,tá fjepparar á Hondbóltskjak eru vorðnir so dómaraáhugaðir/kønir, kann til stuttleika nevnast, at eisini vit vórðu “snýttir” fyri einum máli áðrenn dystarenda, tá Rósing skoraði seinasta og avgerandi málið, ið varð koldømt.

 

(Vit hava tíverri onga sjónbandaupptøku av hendingini, so vit fáa ikki kært avgerðina til DHF. 🙂 )

 

Um takast skal samanum, so eru vit ikki reiðiliga komnir upp í snúningar enn í 2014. Vit spæla enn ov individuelt, bæði í álopi og verju, ið ger alt eitt sindur tyngri. Men nú ein nýggjur venjari er settur við róðrið, sær framtíðin bjørt út, bæði hjá liði og felagi. Alt kann enn henda, og málið er enn at flyta upp í 3. división.

 

Dagsisns leikarar gjørdust Lars og Ròsing við 6 atkvøðum hvør. Til lukku við tí -og haðani frá kann sigast, at tað var væl uppiborið.

 

Málskjúttar: Rósing 11, Janus 4, Hjalti 3, Roar, Jens 2,Rúni og Brian 1.

 

Næsti dystur er ímóti Rødovre, ið liggur á 2. plássi (hava spælt ein dyst færri enn vit). Hesin verður uttan iva ein avgerandi dystur.

 

Eik stuðlar 1.liðnum

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *