Fremad Valby – ÍF Føroyar (24-24)
Eftir at hava tapt fyrsta dystin eftir jólaferiuna ætlaðu menn sær ein sigur í útidystinum ímóti Valby.
Dysturin byrjaði javnt har bæði liðini høvdu trupult við at fáa spælið at hanga saman, bæði í álopi og verju. Vit komu skjótt afturum við trimum málum og tað var munurin tað mesta av hálvleikunum. Vit fingu ongantíð skil á verjuspælið hjá okkum og tað gjørdi eisini arbeiði hjá málverjanum trupult.
Í hálvleikinum vóru vit aftanfyri við tveimum og tað var als ikki nóg gott. Vit settu okkum fyri at fáa verjuna at rigga og harvið eisini fáa nøkur kontramál.
Men vit byrjaðu seinna hálvleik akkurát líka sum fyrra, við vánaligum verjuspæli. Í álopinum gekk frægari, vit fingu tey málini vit skuldu hava, men uttan verjuna nærkaðust vit teimum ikki á máltalvuni.
Tað var ikki fyrr enn teir seinastu 5 minuttirnar har Lars fyrst tók eitt brotskast og síðani hevði 2 framúr bjargingar at vit komu aftur í dystin og megnaðu at koma framum við 1 máli.
Valby vóru tó skjótir av javna og so høvdu vit 10 sekund at fáa mál og harvið vinna dystin. Vit avtala skjótt at geva bóltin upp og kasta hann til Rúna sum rennur framm og fær ein ”flúgvara”, hetta miseydnast tó og dysturin endar við javnleiki.
Dagsins maður var Jens Majestæt Mohr, hann var ósvikaliga tryggur hendan dagin og setti heili 6 bóltar í málið av høgra vongi og nærum allir vóru úr sera spískum vinkli.
Málskjúttarnir: Jens 6, Janus 5, Hjalti 5, Jóannes 4, Rúni 2, Jákup 1, Rói 1.
Dagsins leikari: Jens 4, Hjalti 3, Janus 3, Lars 1, Jóannes 1
Eik stuðlar 1.mansliði