ÍF Føroyar 1. kvinnulið – Furesøe Håndbold 2 (15-7) 28-15
So var dystur aftur á skránni fyri fyrsta liðið hjá ÍF Føroyum. Leikt vard týskvøldið 3/12 ímóti Fursøe Håndbold 2 í Sundbyhøllini. Dysturin leikaði javnt á fyrstu 10 minuttirnar. Hóast okkara kvinnur høvdu trupulleikar við at fáa bóltin í netið, høvdu tær yvirtakið vid sterkari verju og góðum skjótum álopsspæli. Fursø kvinnurnar høvdu ilt vid at fylgja vid høga støðinum hjá ÍF Føroym, hóast tær kempadu vid longum og stríggjum álopum. Liðini fóru til hálvleiks vid úrslitinum 15-7.
Í steðginum varð prátað um at halda framm vid góðu gongdini, men samstundis at hyggja at málmanninum tá skotið varð. Nú skuldi bólturin í netið.
Málmunurin varð hildin í seinna hálvleiki hóast okkara kvinnur høvdu trupulleikar við at fáa flow í spælið, serliga í fyrstu 8 minuttunum vóru framd mistøk serliga í álopspælinum. Seinastu 10 minuttirnir varð økt um tempoið, og okkara kvinnur kunnu sigast at hava runnið Fursøe kvinnurnar niður. ÍF Føroyar vann 28-15.
Nú væntar ein dystur 1. liðinum, hesin verður spældur 16. des. Kvinnurnar eru ikki í iva um, at dysturin ímóti VLI2 skal vinnast, soleiðis at ÍF Føroyar kann seta punktum á hálvárið vid stíli.
Málskjúttar og liðið: Maria 6, Edtih 6, Tordis 5, Ása N 4, Gunnvá 4, Elin 2, Eydna 1, Kristina T. 1 og Kristina S.
Keel Solution stuðlar kvinnunum.