5 sigur á rað til 1. manslið

Uppleggið til dystin hetta týskvøldið ímóti Brøndby byrjaði longu leygarkvøldið. Vit skrúva tíðina 3 døgn aftur. Ein ávisur verjugeneralur úr Vestmanna hevði hoyrt millum manna at verjan hjá ÍF Føroyum ikki var so sterk, sum hon átti at vera. Hetta vildi hann ikki hava á sær, so til árligu jólaveitsluna hjá ÍF Føroyum leygarkvøldið valdi hann at trekkja seg frá borðhaldinum, og hálaði menn skiftivís út til eitt taktiskt upplegg. 5-6 tímar seinni høvdu allir menn fingið av grovfílini, so nú var uppleggið klárt til næsta dyst.

Hetta skuldi vísa seg at geva úrslit! Menn vóru sum leyvur í verjuni og eftir 19 minuttir høvdu ”drengene fra vestegnen” bert fingið 2 skot framvið styltirnar hjá Lars. Tá kundi generalurin lata seg útskifta og friður var aftur í leguni. Frá 10-2 eftir 19 minuttum og inntil hálvleik var eitt sindur rótut, men vit hildu tørn og fóru til hálvleiks vid eini 16-8 leiðslu.

Seinni hálvleikur byrjaði stak illa. Brøndby mansvardu allar 3 bakspælarnir hjá okkum og menn blivu eitt sindur fjálturstungnir. Leiðslan minkadi niður í 15-11. Munurin á liðunum í dag var tó somikið stórur, so tá menn tóku seg eitt sindur saman, so komu vit skjótt upp á eina 12 máls leiðslu, sum vit hildu restina av dystinum. Dysturin endaði 28-16.

Sum heild eitt sera vánaligt lid, sum vit møttu í dag. Eftir eina heldur trivaliga byrjan uppá kappingina liggja vit nú eitt stig frá øðrum plássi, sum gevur kvaldyst til 3 división.

Dagsins leikari í dag var Lars Black. Ilt er at siga hvørja átalu generalurin hevur givið Lars, men ongin ivi er um at Lars hevur fingið at vita, at hann skal taka meir ábyrgd. Í dagsins dysti fingu vit á fyrsta sinni í ÍF Føroyar søguni eitt ”protestkast”, sum Lars sjálvur kallaði tað, eftir at hava ripað bóltin í føvningin á trimum Brøndby leikarum, har okkara tættasti leikari var eina hálva banalongd ella so frá bóltinum.

Dagsins Leikari: Lars 4, Janus 3, Rósing 2, Jens 2, Rói 1

Málskjúttar: Tummas Pauli 6, Janus 6, Jens 5, Hjalti 3, Rúni 3, Jákup 2, Hanus 1, Rósing 1, Rani 1

 

Eik stuðlar 1.liði

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *