Freja HK – ÍF Føroyar 1. lið kvinnur 14-37 (6-16)
Eftir eitt heldur skuffandi og tepurt tap í farnu viku, kom stórsigurin í dag okkum væl til høldar. Freja HK 3 tók ímóti okkara 1. kvinnuliði í Bellahøj. Talan var um ein dyst har toppur og botnur møttust, og hetta vísti seg eisini at spegla dystargongdina.
Okkara kvinnur løgdu út sum eitt óløgið og komu beinanvegin fram um. Verjan stóð væl, og álopsspælið riggaði eisini væl. Tá farið var til hálvleiks vísti máltalvan 6-16. Seinni hálvleikur líktist nógv fyrra, og munurin millum liðini bert øktist. Úrslitið gjørdist 14-37. Besti málskjútti í dag var Eydna við sínum mongu frálíku skjótálopum.
Við sigrinum kom ÍF Føroyar upp á 8 stig, bert 1 stig aftanfyri oddaliðið Gentofte-Vangede HK. Freja HK hevur enn sín fyrsta sigur til góðar.
Komandi vikuskifti skulu kvinnurnar aftur í eldin, tá er mótstøðuliðið Furesø Håndbold 2. Dysturin verður leiktur sunnudagin kl. 10 í Sundbyhøllini.
Liðið, sum spældi í dag, var: Kristina S., Kristina, T., Gunnvá, Tordis, Edith, Frida, Birita M., Maria D., Elin og Eydna.
Keel Solution stuðlar kvinnunum.