KFUM 3 – ÍF Føroyar 1. lið kvinnur 16-17 (12-10)
Sunnudagin møttu okkara kvinnur KFUM á útivølli. Við vón um at rykkja upp skuldi hesin dysturin eisini vinnast. Dysturin byrjaði hampuligt, har vit komu á odda við tveimum málum, men KFUM kvinnurnar hingu allatíð í, og orsaka av okkara mongu feilum og nógvum mistum bóltum vóru vit aftanfyri 12-10 tá fari var til hálvleiks.
Í næsta hálvleiki vóru nakrir glottar at hóma í okkara álopsspæli, og við fýra skjótum og góðum málum løgdu vit okkum aftur á odda. Aftan á hetta leikaði hart á og spenningur var til síðsta bríksl. Lukku tíð endaðu vit omaná við einum máli.
Aftur hesuferð stóð verjan seg væl, meðan tað er í álopspartinum vit ikki eru nóg stinnar – enn!
Við tveimum stigum afturat í skjáttuni eru vit heilt sikkurt á rættari kós
Leikarir hendan dystin: Maria S., Eydna, Carol, Svava, Sarah Ann, Maria D., Miriam, Kristina T., Tordis, Helena, Birita, Elin.
Málskjúttar:
Helena 2
Tordis 2
Kristina T. 2
Elin 2
Sarah Ann 2
Svava 2
Eydna 2
Maria 1
Birita 1