Nørrebro – ÍF Føroyar 30-19 (12-8)
Leygardagin var okkara næsti dystir kvalifikatións rekkjuni, tá vit skuldu spæla móti Nørrebro í snotiliga hallarkompleksinum í útnyrðings Keypmannahavn. Undan dystinum hevði nýggi venjarin bjóðað inn til ein lættan bita og upphiting við playstation og FIFA 2014.
Liðið var nakað broytt í mun til undanfarnu dystir, tí at fleiri menn vóra langt av landi skotnir. Formaðurin Helgi, var farin ein túr til Noreg og Hjalti sat á Anfield og rópti Liverpool til sigurs, meðan Hanus var farin til Føroyar, at vísa hvussu raskir ÍF Føroyar leikarar eru at fletta. Jóhan er farin til skips og Jens var enn ikki komin aftur úr Turkalandi. Harafturat hevði Lars leikbann eftir serliga grovan harðskap til síðsta dyst.
Tískil mátti nýggi venjarin broyta eitt sindur uppá liðið til dystin og hevði sent boð eftir Djóna og Brian, sum annars hava spælt við 2. Liði og Tummas Pauli Hanusarson var komin at hjálpa til við at halda skil á bonkinum.
Vit komu afturút frá byrjan, men talan var ikki um tann stóra munin, sum allan fyrra hálvleik lág millum 1 og 4 mál. Verjan stóð nøkulunda, meðan tað haltaði at finna stevið í álopinum. Bakketan, sum taldi matar menn sum Janus, Jákup, Rúna og Julian er ikki serliga høg, so tá spælið ikki flýtur er trupult at fáa verjuna hjá mótstøðuliðnum at flyta seg. Eftir bert at hava skotið 8 mál í fyrra hálvleiki, vóru menn samdir um at seta ferðina upp og hava meira tol í álopinum. Tað var eisini eitt meira tendrað lið, sum byrjaði seinna hálvleik. Eftir lítlari løtu var støðan 13-11, men so stegðaði alt upp tí lítla løtu seinni var støðan 19-12 og dysturin var í grundini avgjørdur. Tað tóktist sum orkan rann undan, tí menninir frá Nørrebro revsaðu okkum beinanvegin, tá vit byrjaðu at gera feilir í álopinum og tað tóktiskt ikki sum menn orkaðu at renna heim.
Um tað var góði maturin frá Julian áðrenn dystin, sum gjørdi útslagið, skal eg lata vera ósagt, men dysturin endaði við stórtapi. Tað sást at liðið ikki enn er samanspælt og at nógv arbeiði liggur fyri framman, men at potentialið er har, er lítið at ivast í.
Venjaraeffektin bíðar til næsta vikuskiftið, tá dystur aftur er á skránni.
Liðið: Pól, Djóni, Rani, Poul Rói, Rói, Brian, Julian, Janus, Rúni og Jákup
Rúni Joensen gjørdist bæði toppskjútti við 5 málum og dagsin maður
Atkvøðubýtið til dagsins mann:
Dagsins maður: Rúni 5, Brian 4, Rói 2
Eik stuðlar 1. mansliði hjá ÍF Føroyum