2 stig við heim!

Ì dag var fyrsti dystur hjá kvinnunum leiktur á útivølli móti Team Nørrebro. Hettar var samstundis fyrsti dystur hjá nýggja venjarinum, Jákup Larsen. Tað gekk sum heild væl, og vit fingu tryggja okkum tvey tey fyrstu stigini í kappingini.

Tað sást tíðiliga at hettar var fyrsti dystur hjá okkum, nógv persónlig mistøk vóru gjørd, og tað vóru serliga avleveringarnar sum ikki sótu sum tær skuldu. Hettar darvaði sjálvsagt álopsspælið, og gjørdi at vit ikki altíð komu til ein møguleika. Tá hettar er sagt, so vóru eisini fleri ljósgláttar í dystinum. Verjan stóð sera væl, og saman við Kristinu i málinum gjørdi hettar at Team Nørrebro bert fekk 11 mál. Samstundis fingu vit nøkur løtt mál tá vit sluppu at renna skjótálop.

Samanumtikið eru vit væl nøgdar við dystin, og fegnast um tey bæði stigini vit fingu við okkum til hús. Næsti dystur verður 20 okt tá vit fara til Emdrup Hallen at leika móti KFUM 2.

Leikarnir í dag vóru hesir: Kristina S, Elin, Turið, Edith, Birita, Kristina T, Sarah Ann, Carol, Svava, Tordis, Helena og Gunnvá.

Málskjúttar í dag vóru hesir:

Edith 3 (2)
Sarah Ann 3
Svava 3 
Elin 2
Kristina T 1
Turið 1
Birita 1