Team Nørrebro 3 – ÍF Føroyar kvinnur 11-16 (7-9)
Fyrsti dystur hjá kvinnunum endaði við einum 16-11 sigri.
Í dag var fyrsti dystur hjá kvinnunum leiktur á útivølli ímóti Team Nørrebro. Hetta var samstundis fyrsti dystur hjá nýggja venjaranum Jákup Larsen. Tað gekk sum heild væl og vit fingu tryggja okkum tey fyrstu tvey stigini í kappingini.
Tað sást tíðiliga, at hetta var fyrsti dystur hjá okkara kvinnum, nógv persónlig mistøk vóru gjørd, og var tað serliga avleveringarnar, ið ikki altíð sótu so væl. Hetta darvaði sjálvsagt álopsspælið, og gjørdi, at vit ikki altíð komu til ein málmøguleika.
Tá hetta er sagt, so vóru eisini fleiri ljósgláttar í dystinum. Verjan stóð sera væl og saman við Kristinu í málinum, gjørdi hetta, at Team Nørrebro bert fekk 11 mál. Samstundis fingu vit nøkur løtt mál, tá kvinnurnar kundu renna í skjótálop.
Samanumtikið eru vit nøgdar við dystin og fegnast um, at vit tóku tvey stig heim við.
Næsti dystur 1. lið verður 20. oktober, har vit fara til Emdrup Hallen at leika móti KFUM 2.
Leikarar í dag vóru hesar: Kristina S., Elin, Turið, Edith, Birita, Kristina T., Sarah Ann, Carol, Svava, Tordis, Helena og Gunnvá.
Málskjúttar í dag vóru:
Gunnvá 1
Edith 3 (2)
Svava 3
Sarah Ann 3
Kristina T. 1
Elin 2
Turið 1
Birita J. 1
Vita ikki hvør 1