Ùti av steypakappingini

Besta liði hjá ÌF Føroyum leikti í kvøld steypakappingardyst móti Team Nørrebro, ið spælur í einari deild hægri enn vit. Team Nørrebro møttu mannsterkir upp, 12 leikarar, fult av áskoðarum og kamera mann sum skuldi fáa allar detaljur við. Vit vóru hinvegin meira skerdir. Vegna avboð vóru vit bert 8 mans. Hettar bleiv eisini okkara stórsti vansið, tá hugsað verður um hvussu javnur dysturin var.

Vit spældu øgiliga disciplinerað; fáir feilir blivu gjørdir í álopspartinum og verjan stóð sera stinn. Eftir fimtan minuttir vóru vit á odda við tveimum málum. Ì fyrra hálvleikið var álopsspælið feilfrítt, og sigast kann at vit bert gjørdu eina tekniska villu. Team Nørrebro royndi sjálvsagt at setta høgt tempo, avtíð at vit vóru illa mannaðir, men hettar fingu vit brotið niður við okkara longu álopum og góður retur renningum.

Hálvleiksstøðan var 15-14 til Team Nørrebro.

Ì seinna hálvleikið løgdu vit út sum eitt ørt. Serliga var tað Hjalti sum gekk á odda í álopsspælinum. Kaldur sum ein drepara-snigil sendi hann fer eftir fer málverjarnar hja Team Nørrebro inní málið eftir bóltunum. Hjalti gjørdist við sinum 8 málum dagsins leikari.

Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin byrjaði at ganga galið. Vit byrjaðu at gera tekinskar villur og teir sluppu at renna skjót álop. Hettar kom helst av at orkan var við at ganga undan. Team Nørrebro fekk eina 7 mál leiðslu. Hettar darvaði tó ikki ÌF Føroyar sum spakuliga arbeiddi seg inní dystin aftur. Rúni Joensen fekk veruliga spent kanónina, og við 3-4 málum á rað vóru vit við aftur í dystinum.

Tað endaði tó við at vit taptu 26-29 ímóti einum væl upplagdum Team Nørrebro liði. Innsatsurin var í topp og tað var sum so einki at leggja fingurin á. Alt í alt var hettar ein fínur dystur fyri okkara viðkomandi. Málsetningurin hjá ÌF Føroyum var nú ikki heilt at vinna Pokal Gull í Gigantium í Desember, so hettar var ein super dystur at fáa í beinini!

Næsti dystur hjá besta liði verður leyardagin kl.14.30. Tá spæla vit ímóti Team Nørrebro 2 og har verður sjálvsagt ein sigur eitt krav. Dysturin verður leiktur í Nørrebro Hallen.

Málskjúttar í dag vóru hesir:

Hjalti 8

Rúni 7

Julian 4

Rani 4

Jákup 1

Rói 1

Helgi 1

Her koma eisini málskjúttarnir moti FIF:

Rani 8

Hjalti 4

Julian 2

Janus 2

Poul Rói 2

Rói 1

Eik stuðlar 1.liðnum

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *