Fríggjakvøldið var fyrsti dystur í kvalifikatiónsdeildini hjá besta mannsliðnum hjá ÍF Føroyum leiktur ímóti FIF 2. Vit taptu stórt og man kann ikki siga annað enn at munurin frá seriu 1 til kvalifikatiónsdeildina kom væl til sjóndar. Leikararnir hjá FIF2 vóru í betri venjing enn okkara menn og við einum góðum málmanni og skipaðum álopspæli kom FIF skjótt frammum við 6 málum. Hálvleiksstøðan varð 14-9 til FIF2. Í øðrum hálvleiki broyttu vit verjuna og fóru til eina 5-1 verju, men hetta gjørdi ikki støðuna nakað betri. Málini hjá mótspælarunum raplaðu inn, meðan vit mistu okkara kjansir. Sostatt gjørdist málmunurin stórur og endaliga støðan bleiv 19-29. Rani Ellingsgaard gjørdist dagsnins leikari og toppskjútti við 8 málum. Næsti dysturin hjá besta mansliðnum hjá ÍF Føroyum er steypadystur ímóti Team Nørrebro, sum heldur til í 3. división. Dysturin verður týskvøldið 1. oktober í Sundbyhøllini kl. 18.45 (Englandsvej 61).
Eik stuðlar 1.liðnum