Jóhanna Wolles Andreasen

So er tað Jóhanna Wolles Andreasen sum endar summarferiuna á bonkinum. Jóhanna hevur slitið sínar barndómsskógvar í Klaksvík, har hon sjálvandi leikti við Stjørnuni. Hon leitaði sær til Keypmannahavnar í 2007 og fann sær teir støvutu hondbóltsskógvarnar fram aftur í 2011, tá hon byrjaði at leika við ÍF Føroyum. Klaksvíksgellan er altíð klár at undirhalda við sínum anekdotum um barndómsdagarnar í Klaksvík.

Navn: Jóhanna Wolles Andreasen

Fødd: 14. Oktober 1985

Útbúgving/arbeiði: Eg fari undir at skriva speciale í cand.merc.jura hetta semestri.

Relationship status? Ein deiligan amor sum eitur Johannes og so er hann Nalsingur 🙂

Pláss á vøllinum: strika og eyka málmaður hahaha 🙂

Lýs teg sum hondbóltsspælara við 3 orðum: Tankin var har 🙂

Hvør er besti leikari tú hevur leikt við/ímóti?
Tað er virkuliga nógvar dugnaligar gentur ið man bæði hevur leikt við og ímoti 🙂 Í mínum ungu árum var tað heilt sikkurt Jastrid Gullaksen (Stjørnan), ið var mín fyrimynd, við síðnum góða yvirblikki og eyga á bóltinum. Men tað er longu so langt síðani eg var ung, so eg havi veri so heldig at haft møguleikan at spælt saman við nógvum dunaligum gentum ígjøgnum árini. Men báðar Duritu’nar mugu fáa eina viðmerking. Ljóstein við sínum góða eginleika at finna og lesa leikarnir, og Christophersen við sínari styrki.

Edith Dahl- Olesen við sínum viljastyrki og Helena á Krakusteini við stórsta fightara vilja eg nakrantíð havi sæð – kundi ÍF Føroyar ikki verið fyri uttan 🙂

Hvar ert tú stødd um 3 ár?
Tað er so tann brennandi spurningurin. Vónandi við einum góðum koppi av kaffi og njóti tilveruna 🙂

Hvat er eitt romantiskt kvøld fyri teg?
Eitt kvøld saman vid Johannes kryddra við góðum mati og góðum víni og ein muss til dessert slær aldri feil 🙂

Brúkar tú meir tíð á Skarv enn til skúlating?
Hahaha… noy tað kann eg ikki reypa av at eg geri:) Men tað er altíð Classico at vera á Skarv vid vininum 🙂

Hvør er stuttligasti leikarin á tínum liði?
Kristina Simonsen, veit ikki um hon veit at hon er so skeg, men hon fær altíð smíli fram bara við at vera Kristina 🙂

Hvør á tínum liði brúkar mest tíð frammanfyri speglinum?
Tað fortelji eg ikki 🙂

Hvør hevur best reyv á tínum liði?
Kari–Ann skal eiga handan sigurin 🙂

Hevur tú eina stuttliga søgu frá tínari tíð í ÍF Føroyum?
Ja har eru nógvar stuttligar søgur og løtur, men mest innanhýsis 🙂

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum og hvat kundi verið betri?
Samanhaldi er super:) Treningstímarnir kundi verið fleiri! Og so skal leiðslan hava rós fyri teirra góða arbeiði 🙂

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *