ÍF Føroyar hondbóltur hevur verið ein partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyskum útisetum í Keypmannahavn gjøgnum fleiri ættarlið. Tó so er lítið og einki goymt um søgu felagsins og hvørjir limir gjøgnum tíðirnar hava traðka sínar hondbóltsskógvar tunnar í Keypmannahavn. Eftir at felagið í november 2012 gjørdi sær eina nýggja flotta heimasíðu, so skuldi verið lagamanni at lagt myndir og frágreiðingar út á síðuna soleiðis at alt verður savnað á einum almennum stað. Fyri at tað skal kunna lata seg gera, so mugu vit fáa hjálp frá fyrrverandi limum.
Um tú liggur inni við onkrari mynd ella vitan um søgu felagsins, so hevði tað verið fantastiskt um tú tímdi at sent tað til helgi@hondboltur.dk
Fyrst og fremst kundu vit tonkt okkum at fingið fatur á liðmyndum, har nøvnini eisini standa á. ÍF Føroyar hondbóltur hevur liðmyndir aftur til 2007, og tær kanst tú síggja her: http://hondboltur.dk/index.php/fo/lidmyndir
Vónandi tímir tú at brúka eina løtu uppá at finna onkrar gamlar myndir og søgur – kanska tú afturfyri eisini fært onkur góð gomul minnir framm 🙂
Vinarliga
ÍF Føroyar nevndin
Myndirnar høgrumegin eru frá 50’unum ella 60’unum
Niðanfyri er ein søga um kappingarárið hjá monnunum hjá ÍF Føroyar hondbólti í 1998/1999