Limagjaldið fyri kappingarárið 2018/2019 er 900 kr.
Tad er møguligt at gjalda ½ limagjald nú og ½ limagjald eftir vetrarsteðgin.
Minst til, at tú eisini hevur møguleika at fáa ein stuðul at gjalda títt limagjald. Um tú fært ein stuðul til ÍF Føroyar, sleppur tú nevniliga undan at gjalda limagjald. Afturfyri fær stuðulin ein bannara á okkara heimasíðu. Nevndin vónar, at nógvir leikarar brúka hendan møguleika!
Um tú fært ein stuðul, set teg so í samband við Tórald Kollsker, toraldur@hondboltur.dk og avtala nærri.
Gjald gjøgnum netbanka
Flyt limagjaldið á kontuna hjá ÍF Føroyum: (reg. 6509) 306.178.330.9, og minst til at viðmerkja navn og limagjald.
Passivir limir
Ert tú ein gamal kenningur í felagnum? Hevur tú vinir ella familju í felagnum? Ella hevur tú bara hug at stuðla ÍF Føroyar hondbólti, so kanst tú gerast passivur limur í felagnum. Passivir limir gjalda 250,- kr. í limagjaldi um árið, og avgera sjálvir nær og hvussu leingi teir vilja stuðla felagnum. Um tú ynskir at gerast passivur limur í ÍF Føroyar hondbólti, so kanst tú gjalda 250,- kr. á konto: (reg. 6509) 306.178.330.9og viðmerkja navn og P-limagjald. (Um tú ikki vilt viðmerkja navn, so er nokk bara at skriva P-limagjald)
Leikarar ið ikki fáa spælt hondbólt við ÍF Føroyar hondbólti, men sum gjarna vilja vera ein partur av felagnum, kunnu gjalda passivt limagjald. Tá fáa teir eisini møguleika at koma við til ymisk tiltøk sum felagið skipar fyri (m.a. jólafrokost og endaveitslu).
Evstamark og avleiðingar
Limagjaldið fyri fyrru hálvu av kappingarárinum 2018/2019 skal gjaldast áðrenn 30. september 2018. Evstamark at gjalda limagjald fyri seinnu hálvu er 15. januar 2019. Vit heita inniliga á allar leikarar um at halda hetta evstamark.
Um tú ikki hevur møguleika at gjalda ádrenn tíðarfreistina, er tó møguligt at gera eina serstaka avtalu við nevndina. Set teg í samband við Rógva, um so er!
Gott kappingarár!
Nevndin