Tað byrjaði við at vit valdu at leiga nakrar persónbilar til Bornholm-túrin hjá besta mansliði felagsins. Lagið var gott og vónirnar góðar til túrin og teir báðar dystirnar sum vit skuldu spæla í kappingini um upprykking í Kvalifikatións-rekkjuna.
Fyrsta dystin taptu vit tepurt við einum máli ímóti tí bornholmska liðnum, og tí var tað eitt krav at vit fingu stig í næsta dystinum. Næsti dysturin var ein sannur gysar sum endaði við at vit trektu longra stráðið og harvið tryggjaðu okkum í minstalagi eitt 2. pláss í kappingini. Vit vunnu dystin við tveimum málum.
Triði og seinasti dysturin í kappingini vann bornholmska liðið eisini og fluttu teir harvið beinleiðis upp. ÍF Føroyar endaði sostatt á einum 2.plássi og skal tí út í enn ein uppflytingardyst móti tí tri-niðasta liðnum í kvalifikatións-rekkjuni.
Enn vita vit ikki nær, hvar ella ímóti hvørjum hesin dysturin verður. Vit eru ótrúliga glaðir fyri at vit enn hava møguleikan at flyta upp, og gleða okkum til aftur at sleppa at spæla ein góðan spennandi dyst.
Dystarfrásagnir og kanska onkrar myndir av dystunum í Bornholm koma seinni.
Eik stuðlar okkara 1.liði.