Upprykkingar-dystir hjá 1.mansliði

Komandi sunnudag eru nakrir sera spennandi og avgerandi dystir á skránni hjá okkara besta mansliði. 1.liðið skal til Bornholm at dystast móti tveimum øðrum liðum um uppflyting í Kvalifikationsrækken. ÍF Føroyar endaði nummar 2 í sínum bólki og skal spæla móti nummar 2 í bólki 3 (KSG) og vinnaranum av Bornholmarar-bólkinum (AAIF-Midtbornholm).

Øll liðini skulu spæla móti hvørjum øðrum og allir dystirnir verða leiktir sunnudagin. Tvs. at tað verður eitt hart program fyri okkara menn. Dystarskráðin sær soleiðis út:

kl. 11.30 Føroyar vs. AAIF-M.

kl. 13.45 KSG vs Føroyar

kl. 16.00 AAIF-M vs. KSG

Vinnarin flytur beinleiðis upp í Kvalifikationsrækken meðan nummar tvey sleppur at spæla ein upp-/niðurflytingardyst móti tí liðnum sum liggur niðast í rekkjuni omanfyri okkum. Liðið sum endar nummar trý verður verandi í seriu 1.

Vit ynskja 1.liðnum góða eydnu og vóna at síggja teir í Kvalifikationsrækken næsta ár.

Eik stuðlar okkara 1.liði

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *