Stuðla ÍF Føroyar hondbólti við at gera tær eina konto í Danske Spil

 

Kundi tú hugsað tær at spælt Lotto, Eurojackpot, Quick, Keno, Bingo, Dantoto, Zezam, Casino, Poker, Tips ella Oddset á netinum? So kanst tú gera tær eina konto hjá Danskespil og samstundis stuðla ÍF Føroyar hondbólti!

DHF (Dansk Håndbold Forening) og Danske Spil hava gjørt ein samstarvssátmála, sum gevur hondbóltsfeløgum í Danmark møguleikan at blíva partnari. ÍF Føroyar hondbóltur hevur í tí sambandi valt at takka ja til tilboðið um at blíva Partnari hjá Danske Spil. Hetta merkir at ÍF Føroyar hondbóltur reklamerar fyri Danske Spil, og afturfyri fær felagið eina upphædd fyri hvønn nýggjan kunda, sum verður gjørdur via eina leinkju á heimasíðuni hjá felagnum.

Tú kanst lesa meir um Partnar-avtaluna millum DHF og Danske Spil her:

http://www.dhf.dk/Presse/Nyheder/Artikel?articleId=c8ddbae0-9e74-46fe-8ebb-c6dab988b32c&articleName=DHF%20og%20Danske%20Spil%20i%20unikt%20samarbejde

Tað eru 3 ymiskir mátar tú kanst stuðla ÍF Føroyar hondbólti. Um tú ongantíð fyrr hevur haft konto hjá Danske Spil, so kanst tú gera tær eina nýggja konto og harvið stuðla ÍF Føroyar hondbólti. Har afturat kanst tú eisini stuðla ÍF Føroyar hondbólti við at gera tær eitt PLUS Abonnement hjá Danske Spil. Síðsti møguleiki er at um tú fyrr hevur gjørt tær eina konto hjá Danske Spil, sum ikki hevur verið brúkt í minst 6 mánaðir, so kanst tú stuðla ÍF Føroyar hondbólti við at flyta pengar yvir á kontoina hjá tær. Minst til, at fyri at stuðla ÍF Føroyar hondbólti, so mást tú trýsta á leinkjuna á forsíðuni ella niðast í hesari greinini. Niðanfyri er ein vegleiðing um hvussu tú stuðlar ÍF Føroyar hondbólti:

Fyri hvørja nýggja net-spælikonto sum verður upprættað hjá Danske Spil fær ÍF Føroyar hondbóltur 450 kr. Fyri at upprættingin skal gagna ÍF Føroyar hondbólti so skulu hesi trin fylgjast:

1) At man upprættar sína konto gjøgnum leinkjuna á heimasíðuni hjá ÍF Føroyar hondbólti (á forsíðuni ella niðanfyri á hesi síðuni). Tað er umráðandi at hetta stendur í addressulinjuni “https://danskespil.dk/?btag=a_506b_617”, tá tú gert tær eina konto.
2) At tað hendur ein peningaflutningur/transaktion til Danske Spil. Tað er ikki neyðugt at flyta nógvan pening, um tú flytur 1. kr, so fær ÍF Føroyar 450 kr. fyri registreringina (Tað krevur tó at pengarnir flytast via Danske Netbank ella Nordea Netbank, sum kemur fram sum pop-up vindeyga í sambandi við flytingina). Um tú ikki hevur Danske Netbank ella Nordea Netbank, so kanst tú brúka kreditkort, og tá er minimusupphæddin 200 kr. Tað ber til at flyta pengarnar av aftur Danske Spil kontoini dagin eftir at teir eru fluttir inn á kontoina. Tað er eitt krav at tú hevur danskt CPR nr. og NEM-ID fyri at stuðla ÍF Føroyar hondbólti. Býrt tú í Føroyum, kanst tú kontakta Danske Spil á +45 3637 1999 tá tú upprættar tær eina kontu, men tá fær ÍF Føroyar hondbóltur tíverri einki afturfyri.

Har afturat ber eisini til at stuðla ÍF Føroyar hondbólti við at gera sær eitt PLUS Abonnement. Hvørjaferð ein kundi meldar seg til eitt PLUS Abonnement hjá Danske Spil via leinkjuna á forsíðuni ella niðanfyri, so fær ÍF Føroyar eisini 450 kr. Fyri at upprættingin skal gagna ÍF Føroyar hondbólti so skulu hesi trin fylgjast:

1) At ein PBS avtala til PLUS Abonnoment (f.eks eina lottokupon á 40 kr. um vikuna) verður gjørd via eina leinkju á heimasíðuni hjá ÍF Føroyar hondbólti. Tað er eingin bindingsperioda. Tað er umráðandi at hetta stendur í addressulinjuni “https://danskespil.dk/?btag=a_506b_617”, tá tú gert tær eint PLUS Abonnoment.

Hevur tú eina konto hjá Danske Spil, sum ikki hevur verið brúkt í minst 6 mánaðir, so kanst tú stuðla ÍF Føroyar hondbólti við at flyta pengar yvir á kontoina hjá tær. Hesi trin skulu fylgjast:

1) At man flytur pengar á sína konto gjøgnum leinkjuna á heimasíðuni hjá ÍF Føroyar hondbólti (á forsíðuni ella niðanfyri á hesi síðuni). Tað er umráðandi at hetta stendur í addressulinjuni “https://danskespil.dk/?btag=a_506b_617”, tá tú flytir pengar á kontoina.
2) At tað hendur ein peningaflutningur/transaktion til Danske Spil. Tað er ikki neyðugt at flyta nógvan pening, um tú flytur 1. kr, so fær ÍF Føroyar 450 kr. fyri registreringina (Tað krevur tó at pengarnir flytast via Danske Netbank ella Nordea Netbank, sum kemur fram sum pop-up vindeyga í sambandi við flytingina). Um tú ikki hevur Danske Netbank ella Nordea Netbank, so kanst tú brúka kreditkort, og tá er minimusupphæddin 200 kr. Tað ber til at flyta pengarnar av aftur Danske Spil kontoini dagin eftir at teir eru fluttir inn á kontoina. Tað er eitt krav at tú hevur danskt CPR nr. og NEM-ID fyri at stuðla ÍF Føroyar hondbólti. Býrt tú í Føroyum, kanst tú kontakta Danske Spil á +45 3637 1999 tá tú upprættar tær eina kontu, men tá fær ÍF Føroyar hondbóltur tíverri einki afturfyri.

Minst til at tú einans stuðlar ÍF Føroyar hondbólti, um tú gert tær eina konto via eina leinkju á heimasíðuni hjá ÍF Føroyar hondbólti. Brúka leinkjuna niðanfyri ella á forsíðuni til at gera tær eina konto.

NB: Tað ber eisini til at nýta rabat-kodur sjálvt um tú gert tær ein profil via eina leinkju hjá okkum HER.

Klik Her

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *