Hósdagur 7. Mars 2013. Amager SK – ÍF Føroyar 21-15 (14-6)
Hetta var dysturin sum okkara kvinnur høvdu verið sera spentar til, tí vit eru tær einasta sum oddaliði Amager SK hevur tapt ímóti higartil hetta kappingarárið.
Spurningurin er so um kvinnurnar gjørdist ov spentar ella hvussu….. tí tað skuldi vísa seg at tær føroysku høvdu sera ringt við at fáa bóltin inn um málstrikuna.
Aftaná hálvleik, har støðan var 14-6 til Amager SK vóru tær føroysku samdar um at nú skuldi lukkast niður í verjuni og skotini skuldu plaserast eitt sindur betri í álopinum.
Man skuldi trúð at dysturin var avgjørdur tá Amager SK kvinnurnar vóru á odda við 8 málum í hálvleikinum og komu eisini heili 9 mál framum tær føroysku. Men tær føroysku kempaðu til tað síðsta og spenningur var eisini í miðskeiðis í seinna hálvleiki tá munurin á liðinum bert var 3 mál tað einu løtuna.
Men so valdi málmaðurin hjá Amager SK aftur at lukka málið og vit brendu nakrar kjansir, og so runnu Amager SK aftur undan.
Dysturin endaði 21-15 til Amager SK. Tær føroysku vóru sera skuffaðar aftaná dystin, men valdu at hyggja frameftir og sostatt taka tað positiva við til næsta dyst, sum var at seinni hálvleikur endaði 7-9 til tær føroysku. At oddaliði bert skoraði 21 mál er eisini gott prógv uppá at tær føroysku hava eina sera sterka verju.
Nú er umráðandi at fáa geistin upp aftur, tí kvinnurnar skula longu í eldin aftur sunnudagin, tað er samstundis 3 dystur uppá 1 viku. Sunnudagin skula kvinnurnar møta VHC/Vidar á útibana, sum liggja nummar 2 við 9 stigum fleiri enn okkara kvinnur.
Liði var manna soleiðis: Kristina S., Turið, Gunnvá, Helena, Svava, Edith, Kristina T., Birita, Ásgerð, Hanna og Elin.
J&K Petersen stuðlar kvinnunum.