2. lið: Upp og niður, men mest upp :)

 

HK-Syd –ÍF Føroyar  26-31

Sunnukvøldið spældi 2. manslið móti oddaliðnum úr HK-syd. Eftir svingandi úrslit síðstu dystirnar, kundu vit við einum sigri hóast alt leggja okkum á odda í bólkinum.

Tað var heldur eingin ivi um at menn ætlaði sær ein sigur. Vit løgdu okkum á odda beinanvegin og fóru seint men sikkurt frá mótstøðuliðnum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var munurin komin upp í tíggju mál, men so steðgaði upp og tá fimm minnutir vóru eftir vóru trý mál á muni. Menninir ú HK-Syd vóru stórir og skutu væl, tá teir sluppu framat, men tað eydnaðist at halda høvdið kalt og draga sigurin í land og harvið leggja seg á odda í bólkinum. Djóni gjørdist toppskjýtti við 9 málum og burturvilsti sonurin, ið endiliga er komin aftur, janus Sørensen, skjeyt 6 mál.

Heili fýra av seks liðum í bólkinum rykkja upp og í løtuni liggja vit nummar 1 í bólkinum. Trýggir dystir eru eftir av kappingini so alt bendir á at 2. lið hjá ÍF Føroyum kemur at spæla seriu 2 hondbólt komandi ár

Trygd stuðlar 2. mansliði hjá ÍF Føroyum