ÍF Føroyar Hondbóltur hevur eina Facebook-fjepparasíðu, har vit skriva leggja út leinkur til dystarfrásagnir og annars senda uppdateringar og nýggjheitir um felagið.
Tú kanst fylgja við ÍF Føroyar hondbólti við at dáma okkara Facebook síðu. Leinkjan til síðuna er her: ÍF Føroyar Hondbóltur
Hondbóltsárið 2012/2013 endar 24. mars, so tað eru ikki serliga nógv umfør eftir av hesum kappingarárinum. Men teir síðstu dystirnir eru rættuliga avgerandi fyri um liðini hjá okkum megna at vinna sær rættin til at rykkja upp eina deild ella verða verandi í núverandu deildini.
2.manslið rykkir eftir øllum at døma eina deild upp, meðan tað er rættiliga sannlíkt at kvinnurnar hjá okkum koma at spæla enn eitt ár í somu deild. 1. manslið er harafturímóti enn við í einari harðari kapping um upprykking, og tí er eisini nógvur spenningur eftir nú ímóti kappingarenda.