1.lið stríddi seg til sigurs

 

Næsti dystur hjá 1.liði í 2013 var á pappírinum ein lættur dystur ímóti Birkrød, ið undan dystinum lá á næstaftasta plássi við einans 4 stigum. Birkerød mennirnir vóru heldur ikki serliga væl mannaðir til uppgerðina, og kanska var tað eisini hetta sum gjørdi at vit ongantíð ordiliga komu í gongd við okkara annars so flotta spæl. Dysturin var sum heild rótutur og okkara menn gjørdu nógvar feilir og brendu eisini fleiri upplagdar málmøguleikar. Av tí sama bleiv dysturin nógv meir spennandi enn neyðugt var og vit máttu kempa til síðsta bríksl áðrenn sigurin var tryggjaður.

Vit stillaðu annars upp við einum sterkum liði og høvdu tveir útskiftarar fleiri enn Birkerød-liðið. Tískil var upplagt hjá okkum at royna at fáa tempoið upp og at renna nógv skjótálop frá fyrsta bríksli. Tíverri riggaði hetta ikki sum planlagt. Vit mistu fleiri bóltar í okkara skjótálopum og brendu eisini fleiri upplagdar málmøguleikar. Tað skal tó sigast at vit vóru frammanfyri við 2-3 málum stórt sæð allan dystin. Tá alt kom til alt, so kláraðu vit at tryggja okkum ein 27-24 sigur.

Samanumtikið kom sigurin væl við og hann gevur okkum enn møguleikan fyri sjálvir at avgera um vit skulu rykkja upp. Tað eru enn 8 dystir eftir, so nógv kann enn henda, men vit hava ikki ráð til at missa stig móti teimum vánaligu liðunum í deildini um vit vilja rykkja upp.

Dagsins leikari gjørdist Pól Andreassen við 7 atkvøðum. Pól hevur víst seg sum ein sera stabilan aftasta skansa hjá liðum í ár, og tað sigst at tey góðu genini eru førd víðari til næstu generatión. So er bara at hopa at lítli Mathias eisini fær møguleikan at umboða ÍF Føroyar Hondbólt um eini 20 ár 🙂

Eik stuðlar 1.liði

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *