Kvinnurnar byrjaðu 2013 við einum tapi

ÍF Føroyar – Furesø 19-20 (9-10)

Sunnudagin tóku kvinnurnar ímóti Furesø í ársins fyrsta dysti. Tað vísti seg at blíva ein tættur dystur allan vegin ígjøgnum, tað vóru tó Furesø sum hevði munin næstan allan dystin. Okkara kvinnur tóktust ikki ordiliga at vera komnar yvir jólaferiuna, og komu ongantíð ordiliga upp í gear, hóast hetta var eitt lið á næst aftasta plássi.

Tað vóru tó glottar at hóma inn í millum, tá tær til tíðir komu upp á javnleik ella 1 mál frammum. Men við ov nógvum feilum og skeivum avleveringum var ikki ringt hjá Furesø at koma fram um aftur. Tað vísti seg at Furesø vildi tað meir enn okkara kvinnur og tað endaði eisini við at tað vóru tær sum runnu avstað við sigrinum.

Nú er at koma upp á hestin aftur og finna tað góða spæli fram til sunnudagin tá kvinnurnar skulu leika á útivølli móti AB, sum liggur á einum deildum 1. plássi við 7 stigum fleiri enn okkara kvinnur.

J & K Petersen liði í dag: Kristina Simonsen, Birita Joensen, Edith Dahl Olesen, Elin Stakksund, Fríða Næs, Gunnvá Brockie, Kari-Ann Petersen, Kristina Thomassen, Svava Vestergaard, Tordis Tróndarson, Turið Akraberg Poulsen.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *