1. lið byrjaði 2013 við einum sigri

Eftir at hondbóltskappingin hevur ligið still í nakrar vikur, so vóru okkara menn blakaðir fyri leyvurnar í eini toppuppgerð týskvøldið. Lyngby HK, sum undan dystinum lógu eitt stig framanfyri okkum á 2. plássinum, sóu út til at vera væl upplagdir og væl mannaðir til dystin. Eins og tað ofta er tá vit møta liðum her í Danmark, so vóru Lyngby-dreingirnir væl størri enn okkara menn. Hetta tóktist tó ikki at nerva spælið hjá okkum. Teir fyrstu minuttirnir gekk spælið eitt sindur aftur og fram. Liðini fylgdust rættuliga væl hesa tíðina, men so byjaðu vit spakuliga at trekkja frá. Uppleggið til dystin var, at vit ikki skuldu renna okkum móðar ov tíðliga í dystinum. Vit vóru einans 9 mans til dystin, og aftaná jólaferiuna so vóru menn eitt sindur frá toppformurinum. Hetta sá eisini út til at eydnast til fulnar, og tá fyrri hálvleikur var liðugur, vóru vit á odda við trimum málum – hetta passaði eisini væl við gongdina á dystinum.

Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri endaði. Vit komu skjótt framum við 5 mál, og vit hildu eina trygga leiðslu tað sum eftir var av dystinum. Sum vera mann royndu Lyngby dreingirnir at seta ferðina eitt sindur upp, meðan vit togaðu tempoðið úr dysinum. Hetta blivu vit eisini revsaðir fyri við at dómaranir valdu at døma okkum fyri passivt spæl eini trý álop upp í slag. Tað skal sigast at dómararnir sum heild dømdu ein góðan dyst.

Samanumtikið fingu vit ein tryggan og umráðandi sigur í hús. Dysturin endaði 21-27 til okkara menn, og við sigrinum komu vit uppá eitt 2.pláss. Eftir ein super dyst, bæði í verju og í álopi, gjørdist Rói Lamhauge dagsins leikari. Tað var stóri vestminingurin bæði stoltur og errin av, og viðleikararnir sluppu so sanniliga eisini at hoyra fyri tað á heimferðini 🙂

Eik stuðlar 1. liði

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *