2. lið: Fyrsta plássið tryggjað
Brøndby Strand –Føroyar 19-32
Sunnumorgun leitaðu menninir á 2. liði sær út til Brøndby Strand til næstseinasta dystin áðrenn jól. Talan gjørdist ongantíð um ein spennandi dyst, tí tað vísti seg beinan vegin at vit vóru nógv tað betra liðið. Fyrstu løtuna gekk tað skjótt aftur og fram. Stutt álop og nógv mótálop, so eftir 12 min høvdu vit skotið 10 mál. Sum leið út á dystin fór intensiteturin úr dystinum, tí munurin bleiv so stórur at dysturin var í grundini langt síðani avgjørdur. Úrslitið var eisini at vit vunnu ein tryggan 32-19 sigur, sum væl kundi verði enn størri.
Ein sermerkt detalja í dystinum var, tá eitt konufólk kom á vøllin fyri mótstøðuliðið misskeiðis í fyrra hálvleiki. Eitt sindur undrandi hugdu menn upp á hvønn annan , men daman á høgra vongi gjørdi ikki matari enn at skjóta trý mál upp á fýra atsóknir.
Kappingin í seriu 3 gongur bert fram til jóla. Hvussu verður eftir jól er ikki heilt greitt, men vit ganga út frá, tá vera tey fremstu liðini í seriu 3 og tey aftastu í seriu 2 bólkaði saman. Íøllum førum vónan vit at fáa betri mótstøðu enn vit hava fingið í heyst. Sigurin í dag tryggjar okkum fyrsta plássið í bólkinum, nú bert eitt umfar er eftir. Næsti dystur er sunnudagin kl 13.50 í sundbyhøllini móti ABI, sum liggja nummar tvey.
Trygd stuðlar 2. mansliði hjá ÍF Føroyum