Limagjald og leikaraloyvi

Nú venjingarnar hava koyrt í rúma tíð, og kappingarnar hjá ymsu liðum okkara annaðhvørt eru farnar í gongd ella byrja fyrsta dagin, kemur her ein áminning um limagjald og leikaraloyvi. Fyri at kunna venja og spæla dystir við ÍF Føroyum krevur nevndin, at øll sum ein rinda limagjald og at leikaraloyvið er upp á pláss.

Hetta er tvingandi neyðugt, tí tað er ólógligt at spæla uttan leikaraloyvi og limagjøldini verða brúkt til luttøkugjald, útgerð, leikbúnar og annað til ymsu lið felagsins.

Limagjaldið er 900 krónur árliga, men fyri at lætta um hjá limunum, har stórur partur er lesandi, er møguligt at rinda 450 krónur fyri hvørt hálvár.

Nýggj fólk í felagnum sleppa sjálvandi at venja við og royna, um hetta er nakað fyri tey, men nú kappingarárið av álvara byrjar verður kravt, at øll rinda limagjald og at tey leikaraloyvi, sum enn ikki eru í felagnum, verða fingin upp á pláss.

Leikaraloyvi verður flutt soleiðis, at tú sendur ein teldupost til jon@hondboltur.dk, har tú upplýsir navn, føðingdardag og hvat fyri felag, tú seinast umboðaði í Føroyum. So tekur hann sær av restini.

Limagjald skal flytast á konto hjá felagnum (reg. 3148, konto. 314.813.120.1) har navn títt skal viðmerkjast í flytingini.

Mynd: Tilvildarlig mynd undir venjing herfyri av Trygva Ashkam, Rana D. Christiansen og Róa Jacobsen (Mynd: Rólant Waag Dam)