Leikaraloyvi

Leikaraloyvi til ÍF Føroyar

Fyri at kunna spæla hondbólt í Danmark, er neyðugt at hava leikaraloyvi. Leikarin hevur sjálvur ábyrgd av at leikaraloyvi verður flutt til ÍF Føroyar Hondbólt.

Leikt í Føroyum?
Leikarar, sum hava spælt dyst fyri føroyskt felag innan teir síðstu 24 mánaðirnar skulu fylgja hesi mannangongd, fyri at fáa leikaraloyvi flutt til ÍF Føroyar hondbólt:

1. Útflýggja skjal frá skúlanum, sum váttar at tú gongur har. Á skjalinum skal standa:

  • Váttan frá skúlanum at tú (navn) gongur á skúlanum og ein undirskrift frá skúlanum.
  • Byrjunardato á útbúgving og væntandi slutdato á útbúgvningini.
  • Skjalið skal vera á enskum.

2. Útfyll International Transfer skjalið! Sí vegleiðing her

Tey útfyltu skjølini skulu latast venjara ella nevndarlimi hjá ÍF Føroyar Hondbólti.

NB: Gamla felagið, hevur loyvi at sýta fyri at útflyggja leikaraloyvið, um spælarin er í eftirstøðu viðv. limagjaldi.

Leikt í Danmark?
Hevur tú áður leikt í øðrum felagi í Danmark, og ynskir at leika í ÍF Føroyum, setir tú teg í samband við gamla felagið og heitir á tað, um at útflytta eitt Spillercertifikat. Tá hetta er gjørt, skal tað latast til ÍF Føroyar, og er leikaraloyvið harvið sett í gildi. Gamla felagið, hevur bert loyvi at nokta hesum, um leikarin er í eftirstøðu viðv. limagjaldi. 

Skal leikari skifta úr ÍF Føroyum til annað felag, er sama mannagongd galdandi. 

Skal tú hava leikaraloyvið flutt?
Um tú hevur spurningar ella ynskir at fáa leikaraloyvið títt flutt, vinarliga send ein t-post til hallur@hondboltur.dk

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *